KLAKSVÍK

á Skúlatrøð

Skúlin á Skúlatrøð liggur í hjartanum í Klaksvík, og saman við dagliga virksemi skúlans og almennu uttandura spæliøkjunum, er hann ein fólksligur og lívsjáttandi neisti í miðbýnum.

Fyrrverandi fólkaskúlabygnaður, við tveimum sjálvstøðugum fólkaskúlum – Skúlin við Ósánna og skúlin á Ziskatrøð, er vorðin til eina samanlagda eind og eitur Skúlin á Skúlatrøð.

Skúlin við Ósánna var í 2006 niðurtikin, og nýggjur skúli bygdur upp aftur á sama staði.

Nýggji skúlin við Ósánna tók støðið í áðurnevnda og tvídeilda skúlabygnaði, og tískil hevur hann allar funktiónir ið ein fólkaskúli skal hava, t.e. flokkshølir, savningarhallir, fakhølir v.m.

Skúlin á Skúlatrøð, og skúlaumhvørvi í Klaksvík, hevur seinastu mongu árini verði í støðugari menning. nýbyggingum, útbyggingum, samanbyggingum, dagførinum o.ø.

Fyrsta byggistig av verkætlanini Skúlin á Skúlatrøð var liðugt í 2020 og fevnir um samanbygging millum teir tríggjar verandi skúlabygningar á økinum.

Byggistigi inniheldur matarhøll, savningarhøll, miðlasavn, heimskunnleikahølir, framførslupall við atliggjandi amfi, tónleikahøli, 22 nýggj flokkshøli v.m.

Bygningurin er í 5. hæddum, og rættir seg við sínum vavi vítt um, og bindur saman mongu  attengdu lendishæddirnar í býnum.

Bygningsvavið hevjar seg úr lendinum og eru almennu fuktiónirnar staðsettar her, við sjónligum tengingum til uttandura umhvørvið.

UPPGÁVA Nýbygging

BÚÐSTAÐUR Á Skúlatrøð, Klaksvík

ÁR 2016-2018 (1.byggistig)

BYGGIHARRI Klaksvíkar Kommuna

BRUTTOGÓLVVÍDD 4600 m²

VEITINGAR Arkitektprojekt, Høvuðsráðgeving, Prosjekteringsleiðsla, Byggileiðsla, Fakeftirlit