ABOUT
Architecture office based in the Faroe Islands
Teknistovan hevur verið ein virkin partur føroyska arkitektoniska vígvøllinum í nærum ein mansaldur, fyrst undir heitinum Fuglø Arkitektar, og seinni sum FUGLARK.
Virkisøkini og verkætlanirnar hava verið mangar hesi árini. Øll virkisárini hava vit veitt ráðgeving innan bygging og planlegging í mongum greinum, ss. innan býarplanlegging, torg og tún, skúlar og stovnar, røktarheim, íbúðarbygging o.a.
Høvuðssætið hevur øll árini verið staðsett í Klaksvík, og hevur nærumhvørvi og harðbaldna føroyska veðurlagið verið kveikjanarpallur og støðufesti í okkara verkætlanum.
Teknistovan er mannað við nærløgdum og dugnaligum starvsfólki, sum við viðkomandi og miðvísum eftirútbúgvingum og jaligum hugburði, eyðmerkja verkætlanir okkara.
Tróndur Fuglø stovnaði Fuglø Arkitektar í 1978.
Í dag eiga og reka arkitektarnir Svend Sivertsen og Høgni Kastalag virki, báðir eru teir virknir í fyritøkuni. Teir eru tískil beinleiðis við í menningini av fyritøkuni, eins væl og einstøku verkætlanunum.