SKÁLAFJØRÐUR

Bygdafelag Skálfirðinga

Bygdafelag Skálfirðinga er eitt virki felag og samansjóvar fólksligt virksemi í heimbygdini. Her møtast bæði ung og gomul til heimligt og alment mentanarligt virkni.

Felagið byggir sær ídag felagshús, við hugmyndini at fremja felags virkni, ið sambindur bæði innandurða og uttandurða umhvørvið. Felagshúsið er staðsett miðskeiðis í bygdini, ovast í friðarligum sethúsaumhvørvi og liggur sum partur av frítíðar- og spæliøki.

Húsið er hugsað at sýnast eitt vanligt sethús. Eitt einfalt langhús við mønu, álagt flagtekju og tíðiligum stórum innvikum, sum bæði skapað lívd og sjónlig sambond millum inni og úti. Detaljur eru knappar, snøggar og endurnýggja føroyska einfalda húsasniðið.

Frá høvuðsatkomuni er durður, klædnarúm og vesir partur av inngongdseindini. Trappa er beint innanfyri durðin við beinleiðis samband upp til opnað loftsrúmið.

Undirhæddin er rúmlig og kann húsað smærri bólkar og størri samlingar av fólki. Felagshøli, ið er opið upp í høga tróðrið, er meginrúmið og er køkur og borð-&stólagoymslan knýtt at hesi funktión.

Húsið kennist rúmligt við einfaldum og stuttum gongdssambandið. Fólk kenna seg heima í gerðandisliga stovuinnrættingini, meðan ein minni bólkur venur blokkfløjtu í arbeiðs- og bólkarúminum.

UPPGÁVA Nýbygging

BÚÐSTAÐUR Skálafjørður

ÁR 2021

BYGGIHARRI Runavíkar Kommuna

BRUTTOGÓLVVÍDD x m²

VEITINGAR Arkitektprojekt, Høvuðsráðgeving, Prosjekteringsleiðsla, Byggileiðsla, Fakeftirlit