VIÐAREIÐI

Dagstovnur

Børnum tørvar øllum at verða úti í teirri frísku og reinu luftini og njóta tað vøkru náttúru, ið eyðkennir landslagið nærhendis nýggja dagstovnin á Viðareiði.

Staðsetingin til nýggja dagstovnin, er niðanfyri skúlan, nærhendis vøkru bygdarlundini.

Økið liggur væl fyri, mitt í hjartanum á Viðareiðis bygd.

Í hesi náttúruperlu er mangt, ið barnsins eyga kann nýta gott av; heyggjar, ymiskur høgur og lávaksin runna- og blómuvøkstur, fuglameingið og mangt annað.

Her liggur bygningurin hegnisliga lagaður til kringumstøðurnar, tó sjónliga í bygdarlandsslagnum og bygdarmyndini.

Nýggi dagstovnurin verður skipaður við trimum ansingareindum/stovum, harav tveimum vøggustovum og einari barnagarðsstovu.

Arkitektururin ber brá av kendum, haldførum, men nýmótans sniði og tilfarsvali við støði í tí siðbundna, ið fellur væl í lendi har hann er staðsettur.

UPPGÁVA Nýbygging

BÚÐSTAÐUR Viðareiði

ÁR 2023

BYGGIHARRI Viðareiðis Kommuna

BRUTTOGÓLVVÍDD 570 m²

VEITINGAR Arkitektprojekt, Høvuðsráðgeving, Prosjekteringsleiðsla, Byggileiðsla, Fakeftirlit