SALTANGARÁ

elcon

Elcon spf, eru el-inneggjarar og veita tænastur til virkir og skip, alment og privat. Tænasturnar fevna bæði um nýgerð, uppíbygging og dagføringar av gomlum el-innleggingum.

Í 2021 keypti elcon handils- og skrivstovubygning á Heiðavegi í Saltangará. Her knýtur fyritøkan seg bæði við høvuðsvegin í Runavíkar kommunu og meginvegakervið….

Bygningurin er í tveimum hæddum – veghædd við høvuðsvegin og ein ovarahædd, har útsýnið er yvir skálafjørðin. Verandi nýtsla fevnir ídag mest um veghæddina, har handil, goymsla, matstova og skrivstova er.

Fyritøkan er vaksin og økta virksemið hevur við sær dagførðing og nýhugsan av innandura trappusamband, nýggja innrætting av handils- og skrivstovuumhvørvið.

Fyrsta byggistigi, fevnir um skrivstovuumhvørvi við leiðslu, rakstrarleiðara og fyristiting, fundarhøli, felagsumhvørvi, umklæðing og vesi. Skipanin er greið og týðilig við opnum og afturlatnum skrivstovum og er partur av ovaru hæddini. Høvuðsinngongd, skrivstovur og fundarhøli, liggja øll uppat einum miðsavnandi felagsumhvørvið. Felagsumhvørvið í umsitingini umfatar kaffikrók, hvílisofu og høgt borð til standandi og skjótar samtalur.

Nýggja skipanin sýnist opin og savnandi, her møtist umsitingin til óformligt samskiftið, her trívast starvsfólk og kundar; her er rúm fyri samvirkan.

UPPGÁVA Innrætting

BÚÐSTAÐUR Saltangará

ÁR 2021

BYGGIHARRI elcon

BRUTTOGÓLVVÍDD x m²

VEITINGAR Arkitektprojekt, Uppfylging