KOLLAFJØRÐUR

Frítíðarskúli

Nýggi frítíðarskúlin í Kollafirði verður ein mennandi trivnaðardepil fyri børn og ung. Frítíðarskúli um dagin og ungdómshús um kvøldarnar. – Her eru karmar til spæl, menning, nærveru og tryggleika. Her er eitt umhvørvi, ið samansjóvar og fevnir ymisleikan.

Frítíðarskúlin er hugsaður við meginmálið at bygningurin hóskar væl við náttúruvakra umhvørvið og bygdalag. Yvirskipað er málið at bygningurin vil, saman við Barnagarðin Kura, sýnast sum ein heild.

Uttandura økið er vítt fyri eyga, landslag og fjøll, avbjóðandi náttúrligt lendið, bøgarður og Sjóvará. Her hoyrist fuglasongur, áartutl og børn spæla.- Bæði innan- og uttandurða umhvørvið eru kveikjandi og fevnandi frítíðarrúm; her búgva okkara íðnu og virkisfýsnu børn í kommununi.

UPPGÁVA Nýbygging

BÚÐSTAÐUR Kollafjørður

ÁR 2024

BYGGIHARRI Tórshavnar kommuna

BRUTTOGÓLVVÍDD 400 m²

VEITINGAR Arkitektprojekt, Høvuðsráðgeving, Prosjekteringsleiðsla, Byggileiðsla, Fakeftirlit

SAMSTARV Articon