KLAKSVÍK
Leikvøllur
Heildarætlanin við fótbóltsvøllin á Djúpumýru í Klaksvík, snýr seg um at savna áskoðarafjøldina; sitandi undir taki, kring allan vøllin.
Verkætlanin tekur støði í, at leikvallarætlanin kann byggjast í stigum, fram móti góðkenning av FIFA, til hýsing av altjóða fótbóltsdystum.
Leikvallarætlanin tekur støði í heildini, men kann byggjast í stigum, fram móti aðalmálinum um góðkenning av FIFA, til hýsing av altjóða fótbóltsdystum.
Hugskotið við vallarætlanunum er at savnað fólk og huglag við fótbóltspælinum sum miðdepli.
Tekjan sambindur alla nýtslu- og ferðslukervið kring vøllin.
Framsíðurnar úr glasi, móti økjunum rundanum, gera leikvøllin gjøgnumskygdan, sum var hann altíð; – ein leikvøllur í býnum, millum hús og fólk – eitt spælipláss.
UPPGÁVA Nýbygging, Dagførðing
BÚÐSTAÐUR -, Klaksvík
ÁR 2020 (1.byggistig)
BYGGIHARRI Klaksvíkar Kommuna
BRUTTOGÓLVVÍDD – m²
BYGGIKOSTNAÐUR – mill DKK
KOSTN./M² – tkr./m²
ÚTBOÐSHÁTTUR Innbjóða í fakentreprisur
VEITINGAR Arkitektprojekt, Høvuðsráðgeving, Prosjekteringsleiðsla, Byggileiðsla, Fakeftirlit