KLAKSVÍK
NORÐOYA SPARIKASSI
Norðoya Sparikassi hevur í 2022 skift tekjuna, sum ein liður í at dagføra alt veðurskjólið kring bygningin.
Tekjur og mønir sýnast lættar, og savna bygningslonirnar í eina spennandi heild, sum sýnir Norðoya Sparikassa vakran í allar ættir. Her síggjast urtagarðar, borð og beinkir, ymiskar grótlagingar, rundleidd vindeygu, stórar glasframsíður og skifur tekja við snøggum loysnum.
Tekjusniðið er lætt at líta á, við vindskeiðum, ið skráa inneftir og hálvari skifer-laðing í eini stødd, ið hóskar væl til ein grótbygning. Siðiligar og snøggar koparloysnir krýna tilfars- og litvalið.
Í miðdeplinum í Klaksvík, har vágsbøur er nærmasti granni, stendur Norðoya Sparikassi sum ein hábærsligur grótbygningur.
UPPGÁVA Dagføring av tekju
BÚÐSTAÐUR Klaksvík
ÁR 2022
BYGGIHARRI NORÐOYA SPARIKASSI
BRUTTOGÓLVVÍDD x m²
VEITINGAR Arkitektprojekt, Høvuðsráðgeving, Prosjekteringsleiðsla, Byggileiðsla, Fakeftirlit


