TÓRSHAVN
SEV Túnið
Lendisverkætlanin kring høvuðssætið hjá SEV í Tórshavn er dømi, har nýtslutlit, andlit úteftir (image) og náttúran er loyst í felag. Eitt smidligt samanspæl, har fríu vakstrarløg í náturuni, hava greið árin á snið og skap á túnið.
Ein ljós flata úr granitsteinum umskapast til eina innkoyring, rundkoyring, trappu og rampu og gevur vitjandi eitt lagaligt samband til stovnin.
Náttúran úr grannalagnum er týðandi ímynd av heildarloysnini í lendinum. – Áin smýgur seg innum marki, inn á øki og niður í harða lendið. Her stendur turbinan, sum ein mekaniskur skulpturur og ímynd hvussu vatnið verður nýtt í at vinna orkuð í náttúruni. Gras, trø og runnavøkstur er staðsett í framhald av vakstrarlag í grannalagnum og er náttúrligur partur av heildamyndini.
UPPGÁVA Lendisprosjekt
BÚÐSTAÐUR Tórshavn
ÁR 1998
BYGGIHARRI SEV
BRUTTOGÓLVVÍDD – m²
VEITINGAR Arkitektprojekt