SØRVÁGUR
Útbygging av Alvalon
UPPSKOT
Útbygdi dagstovnurin verður saman við tí verandi ein mennandi trivnaðardepil fyri børn. Her eru karmar til spæl, menning, nærveru og tryggleika. Her er eitt umhvørvi, fyri børn og starvsfólk, ið samansjóðar og fevnir ymisleikan.
Hjábygningurin er mentur við tí fyri eygað, at hóska væl við náttúruvakra umhvørvið og bygdalagið. Yvirskipað er málið, at bygningurin saman við verandi barnagarðin fer at virka sum ein heild.
Uttandura økið er vítt fyri eyga, landslag og fjøll, avbjóðandi náttúrligt lendi, bøgarður, bygdarlag og Stórá. Her hoyrist fuglasongur, áartutl og børn spæla.- Bæði innan- og uttandura umhvørvið er kveikjandi og fevnandi rúm; her búgva ídnu og virkisfýsnu børnini í kommununi.
ARKITEKTURUR OG UTTANDURAØKI
Arkitektururin er einfaldur. Sniðið tekur støði í mønunum á verandi barnagarðinum, Alvalon.
Eitt lætt spæl er í tekjuni, ið gevur eitt hóskandi og samanhangandi bygningsnið. Útbyggingin er staðsett í lendið, so bygningsvavið tekur seg ymiskt út frá øllum ættum.
Allar hæddir hava atgongd út á lendið og fer landslagið kring bygningin at sýnast leikandi, avbjóðandi og fáa útsíðirnar ein ymiskleika. – Stór, smá og ymisk snið av gluggum sýna fram ítriv, ymisleika og skapa eitt lætt og ljóst inniumhvørvi. Fjálgur og heimligur, leikandi arkitekturur, ið virðir verandi bygning.
Atkoman til barnagarðin er greið og miðsett millum verandi bygning og hjábygningin.
Spæliøkið er eitt leikandi lendi, ið smýgur sær frá verandi barnagarði oman og niðan; og fevnir um nýggja partin av barnagarðinum, sum eitt grønt landslag.
Eitt lagaligt lendi, har rampa til rørslutarnið er hugsað sum nátúrligur partur av uttandura spæliøkinum.
Høvuðsinngongdin til nýggja barnagarðin er har, sum gøtan/rampan vendir og møtir nátúrligari grúsgøtu oman á fría lendið.
Ein serskilt inngongd er til vátklædnagoymsluna, sum er felags fyri tær nýggju stovurnar. Lendið kring bygningin er skipað, so tað hóskar til spøl, uppihald, og umframt hetta eisini er partur av brunatrygdini.
Ein skúrur er staðsettur undir lendið, har lívd fæst fyri regn og vindi. Barnagarðsstovurnar eru í tveimum hæddum, har trappa, og op í erva knýtir økið á loftinum saman við stovuna annars.
UPPGÁVA Nýbygging / Dagførðing
BÚÐSTAÐUR Sørvágur
ÁR 2024
BYGGIHARRI Sørvágs kommuna
BRUTTOGÓLVVÍDD 715 m²
VEITINGAR Arkitektprojekt, Høvuðsráðgeving, Prosjekteringsleiðsla, Byggileiðsla, Fakeftirlit
SAMSTARV Articon